Breddin

Breddin: Sjúkrahús, stjórnaskipan og ikki-høvundar
02-12-2016
Vit venda árliga jólaboðskapinum um sparingar til Landssjúkrahúsið, vit tosa um stjórnarskipanarlógina, og vit lýsa ummæli og ikki-høvundar

Hvat er ein ikki-høvundur? Hesin spurningurin er komin á breddan, nú bókadagar hava verið, og fólk eru farin at ummæla ummælarar.

Stjórnarskipanin skal fyri Løgtingið fyri jól, og longu næsta ár verður fólkaatkvøðu um okkara komandi grundlóg. Verður tað til nakað?

Og í Landssjúkrahúsinum skulu tey aftur spara, tí at játtanin røkkur ikki til vaksandi virksemið. Kann tað passa?

Í útvarpsstovuni kjakast Eydna Skaale, retorikari, Georg L. Petersen, blaðstjóri, og Poul Guttesen, lektari.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024