Breddin

Breddin: Hvat skulu vit brúka eitt etiskt ráð til
22-03-2017
Vit spyrja, hví vit skulu hava eitt etiskt ráð, um strongd er ein samtíðarsjúka, og hvussu sjúkrahúsverkið skal skipast

Siri Helgadóttir Tórgarð, leiðsluráðgevi, Suni Poulsen, sálarfrøðingur, og Sigri Gaini, kandiatur í pedagogiskari filosofi, eru hesa ferð kjakarar á Breddanum, har vit reflektera um aktuell evni og rák í tíðini.

Skulu vit hava eitt etiskt ráð í Føroyum, og hvør er tann rætti at viðgera etiskar spurningar. Tað komandi Etiska ráðið, sum er í umbúna í Føroyum, verður viðgjørt og spurt verður, hvønn týdning eitt slíkt ráð kann fáa fyri almenna kjakið og føroyska samfelagið.

Strongd er eitt fyribrigdi, sum vindur upp á seg. Er tað verri enn áður. Hví gerast vit strongd. Hvat kunnu vit gera. Og hvat kunnu arbeiðsgevarar gera.

Og sjúkrahúsverkið í Føroyum skal loksins gerast ein organisatión við einum ovasta stjóra. Hvussu man tað fara at rigga. Og hvørjar eru avbjóðingarnar.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024