Breddin

Prísurin fyri turistar í náttúruni
12-04-2017
Breddin hesa ferð viðger kostnaðin at ganga í haganum, politikk og átrunað, og Várframsýningin verður umrødd

Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðingur og kandidatur í religiónssøgu, Oddfríður M. Rasmussen, lærari og rithøvundur, og Poul Guttesen, ph.d. í teologi eru í útvarpsstovuni, har tey reflektera um fleiri evni, sum hava fingið eld í skálan síðstu vikuna.

Er tað í lagi, at mykinesfólk nú taka pengar fyri túsundtals turistarnar, sum hvørt ár vitja. Hava vit øll rætt at ganga, sum vilja í náttúruni - undir ábyrgd sjálvandi. Og kunnu vit nú vænta, at hetta fer at breiða seg til alt landið.

Tað gekk alt annað enn friðarliga fyri seg í løgtinginum, tá ið slóðast skuldi fyri, at samkynd kunnu giftast borgarliga. Bíblian varð havd á lofti, men løgmaður minti staðiliga á, at løgtingið skal tryggja øllum somu borgarligu rættindi, meðan kirkjan skal taka sær av tí andaliga. Vit spyrja, um skilnaður er millum politikk og átrúnað í Føroyum. Eru vit eitt sekulariserað samfelag, og er tíðin komin at skilja kirkjuna frá landinum.

At enda fara vit á árligu Várframsýningina, og vit spyrja, um tað várar í føroyskari list.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024