Breddin

Franska valið, flaggdagurin og SKAM
26-04-2017
Róland í Skorini, Suni Poulsen og Siri Tórgarð kjakast um franska forsetavalið, føroyska flaggdagin og norsku sendirøðina SKAM

Ein fronsk kollvelting er á veg. Valevnini, sum stríðast um at gerast forseti, hoyra ikki til nakran av flokkunum, sum vanliga hava havt valdið. Marine Le Pen skal royna at vinna á stórfavorittinum Emmanuel Macron - bæði venda sær til franskar patriotar og tosa um fosturlandskærleika, men annars eru tey fullkomiligir mótsetningar. Franskur politikkur er í undantaksstøðu. Í Føroyum er flaggdagurin ein árlig áminning um okkara tjóðskaparliga samleika. Men hvat merkir Merkið fyri fólk. Hvat eru tjóðskaparkenslur í grundini. Og duga vit nóg væl at fevna onnur í okkara lítla landi. Norska sendirøðin SKAM fer sigursgongd um allan heimin. Sendingin vendir sær upprunaliga til at norska ungdómin, men fólk í øllum londum og øllum aldursbólkum hava tikið sendingina til sín. Hvat er tað, sum er so hugtakandi við hesum norsku ungu.

Hoyr áhugaverdar greiningar og meiningar á Breddanum, sum hesa ferð er reyður, bláur og hvítur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024
Hvussu troyta vit best okkara møguleikar fyri ávirkan í Arktis?
09-02-2024
Hómast nakar endi í krígnum í Ukraina og brúka føroyskir parlamentarikarar teir møguleikar, sum teir hava at gera sína ávirkan galdandi í Arktis
08-02-2024
Løgtingið er í hesum døgum karmur um Ungdómstingið 2024, har fólkaræðið verður sett á breddan.
06-02-2024
Tað er ódámligt smikur tá løgmaður og landsstýrismaðurin í tilbúgving takkaðu fyri eftir ódnina mikudagin halda summi og stýra ríkmenn for nógv við gávum?
02-02-2024
Er valdsjavnvágin í heiminum við at broytast? Og hvussu hevur fólkaræðið í vesturheiminum tað? Tað er á Breddanum í dag.
01-02-2024