Breddin

Skulu vit loyva virknari deyðshjálp í Føroyum
02-05-2017
Aktiv deyðshjálp, stórar nevndarsamsýningar og umhvørvi eru evni í hesum Breddanum

Nú ætlanir eru frammi um at seta á stovn eitt hospice, eitt heim fyri doyggjandi, reisa vit spurningin um aktiva og passiva deyðshjálp í Føroyum.

Vit fara eisini at viðgera glóðheita evnið um nevndarsamsýningar í almennum nevndum og partafeløgum, nú landsbankanevndin mátti boyggja seg fyri trýstinum og lækka sína egnu løn.

Og umhvørvið er eisini sett á Breddan síðstu vikurnar, og tí spyrja vit, hvørja ábyrgd tann einstaki hevur fyri umhvørvinum.

Siri Helgadóttir Tórgarð, Marna Jacobsen, Georg L. Petersen og Róland í Skorini reflektera og kjakast á Breddanum. Vertur er Ingi Rasmussen.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024