Breddin

Tað óspilta landið - eydnusemi, morð og olja
16-05-2017
Eru vit heimsins eydnusamasta fólk. Hví skulu vit grópa í fortíðini. Og skal oljan fáa frið.

Kann tað passa, at føroyingar eru heimsins eydnusamasta fólk, soleiðis sum Fólkaheilsuráðið staðfestir. Ber til at gera eydnu upp hagtalsliga? Tað er ein av spurningunum í dagsins Bredda. Vit viðgera eisini sjónvarpssendingina Ást fjalir lýti, sum er um eitt 50 ára gamal morð í Føroyum. Spurt verður, hvussu nær vit kunnu fara, tá ið vit viðgera viðkvæmar spurningar í fortíðíni. Og so spyrja vit eisini, hví vit skulu bora eftir svørtu oljuni í undirgrundini, tá ið vit hava bundið okkum til at minka um útlátið. Vit seta tað óspilta samfelagið, sum vit marknaðarføra okkum við, á Breddan hesa ferð.

Georg L. Petersen, blaðstjóri, Siri H. Tórgarð, leiðsluráðgevi, og Suni Poulsen, sálarfrøðingur, reflektera og kjakast um trý aktuell evni í góð trý korter.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024