Credo

Credo: "Eg trúgvi á Guð, skapara himins og jarðar"
10-04-2016
Hava allir átrúnaðir ein og sama Guð? Í sendingini tosa vit við mann, ið er virkin í Bahai-rørsluni, sum hevur uppruna í Iran

Ole Helbo er limur í Bahai-rørsluni. Hann sigur, at gud í øllum átrúnaðum er eini og sami Guð. Bahai arbeiðir fyri friði og einleika millum øll fólk og hevur eittans boð, sum sigur, at tú ikki má baktala eitt menniskja. Bahai-rørslan stavar úr Iran.

Stafettina hevur Jørmund Foldbo, ið er uppvaksin á Toftum og býr í Leirvík. Hann starvast í Norðoya Sparikassa, er giftur og eigur dóttir og ein son, sum hevur autismu.

Hann hevur verið formaður í Autismufelagnum og hevur eisini verið virkin í skótarørsluni og í kirkjuligum arbeiði.

Jørmund hvílir í kristnu trúnni og sigur seg vera í tryggum hondum. At Guð, sum gjørdi alt fyri menniskjað, tá Hann sendi Sonin í heimin, Hann veit eisini ráð at hjálpa menniskjanum í dag.

Credo

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju. Vertur: Armgarð Arge
Har heimar umskarast.
05-03-2023
Kann tøgnin siga ella læra okkum nakað ?
26-02-2023
"Eg eri farin í kríggj móti sjúkuni".
19-02-2023
Marjun Tausen minnist aftur á ein barndóm, sum var merktur av ótta og stúran. Tí tá Marjun einans var seks ára gomul, byrjaði ein familjulimur at gera seg kynsliga inn á hana
05-02-2023
Pápin hevði livað eitt lív, sum familjan onki visti um.
29-01-2023
Náttúran og fjøllini geva mær íblástur.
22-01-2023
"Tað eru ov mong, sum vilja snakka og ov fá sum vilja lurta."
26-12-2022
"Harri, vís okkum tín veg og gev okkum dirvi at ganga hann".
27-11-2022
"Eg fekk lívið umaftur".
13-11-2022
"To be real and relate".
06-11-2022
Hvussu hjálpa vit barninum, sum syrgir ?
30-10-2022
Søgan um føroysku sjómanskvinnuringarnir
23-10-2022