Credo

Credo: Søgan um Viktor Frankl (1:2)
22-01-2017
Tann fyrra av tveimum útvarpssendingum um neurologin og sálarlæknan Viktor Frankl

27. januar er altjóða Holocaustdagur. Sagt verður, at minnast vit ikki til ræðuleikarnar undir seinna heimsbardga, so drepa vit jødarnar enn eina ferð.

Viktor Frankl var neurologur og sálarlækni. Hann og familjan vórðu koyrd í týningarlegu, men bara hann hóraði undan.

Hann er maðurin aftanfyri logoterapiina, sum sigur, at til ber at finna eina meining við øllum og tað gevur áræði at liva. Meiningin við hansara lívi var at hjálpa øðrum at finna meiningina við teirra lívi.

Og, sigur Frankl, tá menniskjan rópar hví og ikki veit sær veg úr pínu og ræðuleika, tá er tað Guð, sum menniskjan rópar eftir. Tá alt er mist, tá tú hevur mist heim, familju, heilsu og bert er reduseraður til eitt tal, eitt onki, tá leitar menniskjan eftir tí ótilvitaða Guð.

Alt lívið snýr seg um at taka við ábyrgd, tað krevur lívið av tær. Og tað týdningarmesta í lívinum er kærleikin, sigur Viktor Frankl.

Eftir krígslok skrivaði hann nógvar bøkur og kom runt til mong universitet og helt fyrilestrar og varð hann heiðursdoktari fleiri ferðir.

Hann fekk avgerandi týdning fyri sálarfrøðina.

Róland í Skorini, studentaskúlalærari, sigur frá í hesum báðum Credo-sendingum.

Credo

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju. Vertur: Armgarð Arge
"Vit síggjast aftur á tí paradisisku jørðini".
01-10-2023
Fer vitlíki at skúgva meenniskjað til viks?
24-09-2023
"Vit eru kedd um tað, sum vit hava mist, men glað um tað, sum vit hava".
17-09-2023
"Hon gjørdi tað, sum hon kundi".
28-05-2023
Duld eru døpur mein
19-03-2023
"Eg veit, at loysnari mín livir"
21-05-2023
"Alt tað, tú ikki vilt, at onnur skulu vita um tína leiðslu"
14-05-2023
Tá alt er farið, er bara bønin eftir.
30-04-2023
Hvat er og ger ein fongsulsprestur ?
16-04-2023
"Boðar tú til allar tjóðir"
06-04-2023
Svárt at missa mammu sína.
26-03-2023
"Boðar tú til allar tjóðir".
07-04-2023