Credo

Credo: Eg hevði tríggjar røddir inni í høvdinum
11-11-2018
Í dag tiga røddirnar

Mette Askov fekk ov stóra ábyrgd, tá hon var barn. Avleiðingin var, at hon fór at hoyra røddir inni í høvdinum - eina kvinnu rødd og tvær mannfólkarøddir.

Hon varð sjúkrasystir, men varð alsamt meiri illa fyri sálarliga.

Hon varð innløgd á psykiatriskari deild í átta ár og endin var at hon varð heilt apatisk. Til ein dagin,tá eitt viðgerðafólk fór at spyrja Mette meiri um røddirnar.

Í dag, sigur Mette, at hon ikki longur er paranoid skisofren, men livir eitt vanligt lív.

Hon ferðast runt til ymisk lond og heldur fyrilestur fyri sjúkrarøktastarvsfólkum um sína heilt, serstøku søgu.

Eisini er filmur gjørdur um hennara lív " Røddin hjá Mette".

Credo

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju. Vertur: Armgarð Arge
Okkum leingist aftur til hetta fjarskotna landið.
10-03-2024
Lívið hevur givið Ann Randi nógvar avbjóðingar.
25-02-2024
"Eg fari, har eg verið send".
18-02-2024
"Øll bygdin var í sorg".
11-02-2024
Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, er gestur í hesi serstaku jólaútgávuni av Credo, ið er snýr seg um sálmaskaldið B. S. Ingemann
26-12-2023
Tá børn skeiklast, tí foreldrini ikki megna at geva barninum tryggan barndóm.
03-12-2023
Menn eru meira einsamallir enn kvinnur og tosa eisini minni um trupulleikar, og tað gongur út yvir teirra heilsu og trivnað
26-11-2023
Hvussu lesa og skilja vit ein tekst ?
19-11-2023
"Tað snýr seg um at vera tilvitaður"
12-11-2023
Diakoni er essensurin av livaða kristindóminum millum menniskju.
15-10-2023
Ongin tosaði um sorgarleikin.
08-10-2023