Dansival

Dansival á Pálsmessu
26-01-2017
Vit hoyra nøkur kvæði, sum ikki eru so ofta at hoyra

Sigmundur í Hoyvík skipar Margretu kvæði í Dansifelgnum í Havn. Sumbingar kvøða Gunnar á Líðarenda. Hargin Joensen skipar. Nólsoyingar eru kendir fyri Fuglakvæði, sum Nólsoyarpáll yrkti. Einar Jacobsen skipar brot úr Fuglakvæðnum. Wenzel Kamban skipar Fuglakvæði eldra í Dansifelagnum í Havn. Í Stígum Fast kvøða tey kvæði, Risin í Holmgørðum. Eyðun Mohr Viderø skipar. At enda hoyra vit rímuna, Sverra Ríma, sum J.P. Gregoriussen yrkti. Norðstreymoyar Dansifelag kvað hana, tá minningarhald var um 100 ára deyðadag skaldsins í 2001. Antines Antoniussen skipar. Kvæðini eru í fullari longd her á heimasíðuni.

Dansival

Kvæðasending í útvarpinum.
Levi Heinesen hevur stovnað eitt dansifelag fyri ung á Viðareiði.
29-02-2024
Vertur er Jóhann Mortensen
12-02-2024
Gunnar er formaður í Sláið Ring og greiðir frá fyrstu tíðini, hann dansaði sum barn, og dansivetrinum, sum er um at vera av. Hann sigur okkum eisini frá tiltøkum eftir føstuna
07-02-2024
Vertur er Elin Maria Olsen
31-01-2024
Leygarkvøldið 27. januar skriva vit søgu í Føroyskum dansi, tí tá verða nevniliga allir tríggir tættirnir í Sjúrðarkvæði havdir á gólvi í Sjónleikarhúsinum.
24-01-2024
Karin er uppvaksin á Eiði í einum heimi, har tað altíð hevur verið kvøðið. Tá Dansifelagið á Látrinum varð stovnað, fór hon at dansa við teimum.
10-01-2024
Ólavur fekk áhugan fyri kvæðum í fólkaskúlanum, og tá hann hoyrdi tey í nýggjum hami, m.a. við Harkaliðnum og Týr.
03-01-2024
Joen Petur hevur altíð havt áhuga fyri føroyskum dansi, og er av álvara byrjaður at kvøða við Fótatraðk í Danmark, har hann eisini hevur verið formaður.
28-12-2023
Vertur er Elin Maria Olsen
15-12-2023
Marjun byrjaði at dansa føroyskan dans í Fótatraðk í Keypmannahavn, og var við til at stovna Tøkum Lætt, sum í dag er størsta dansifelagið í Føroyum.
13-12-2023
Fríðbjørg byrjaði at kvøða við dansifelagnum Grani á læraraskúlanum, og hevur fingið heiðursløn fyri sítt arbeiði í barnadansinum.
11-12-2023
Johann Mortensen leggur til rættis
26-12-2023