- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dansival
Arnfinnur Bjarkhamar gestur í Dansivali
21-01-2019
Arnfinnur fekk sum unglingi áhuga fyri dansi og kvæðum. Umskrivaði kvæði til leik sum skúlanæmingur.
Vit hoyra Jómsvíkingar, Jómsvíkingar kvøða, Kristoffur Joensen skipar, brot úr Bjarnabana, læraraskúlanæmingar, Jeffri Henriksen skipar, Vilmundskvæðinum, børn í Sumba, Dánjal Johan Lisberg skipar, og Sigmundsvísuni, Sumbingar, Edvard Jacobsen skipar. Síðani skipar Eli Poulsen Ormin langa í Sumba. Og at enda kvøða Jómsvíkingar Leiv Øssursson, Arnfinnur Bjarkhamar skipar.
Dansival
Kvæðasending í útvarpinum.
Gunnar er formaður í Sláið Ring og greiðir frá fyrstu tíðini, hann dansaði sum barn, og dansivetrinum, sum er um at vera av. Hann sigur okkum eisini frá tiltøkum eftir føstuna
07-02-2024
Leygarkvøldið 27. januar skriva vit søgu í Føroyskum dansi, tí tá verða nevniliga allir tríggir tættirnir í Sjúrðarkvæði havdir á gólvi í Sjónleikarhúsinum.
24-01-2024
Karin er uppvaksin á Eiði í einum heimi, har tað altíð hevur verið kvøðið. Tá Dansifelagið á Látrinum varð stovnað, fór hon at dansa við teimum.
10-01-2024
Ólavur fekk áhugan fyri kvæðum í fólkaskúlanum, og tá hann hoyrdi tey í nýggjum hami, m.a. við Harkaliðnum og Týr.
03-01-2024
Joen Petur hevur altíð havt áhuga fyri føroyskum dansi, og er av álvara byrjaður at kvøða við Fótatraðk í Danmark, har hann eisini hevur verið formaður.
28-12-2023
Marjun byrjaði at dansa føroyskan dans í Fótatraðk í Keypmannahavn, og var við til at stovna Tøkum Lætt, sum í dag er størsta dansifelagið í Føroyum.
13-12-2023
Fríðbjørg byrjaði at kvøða við dansifelagnum Grani á læraraskúlanum, og hevur fingið heiðursløn fyri sítt arbeiði í barnadansinum.
11-12-2023