Dansival

Kristian Jacobsen er gestur í Dansivali
13-02-2019
Kristian er millum yngstu skiparar í dansi. Hann skipar m.a. Brynhildartátt.

Vit hoyra Andrass Hansen skipa Gøtuskegjar í Eysturoyar Dansifelag. Fólk á Velbastað fara upp á gólv við Frú Ingeborg, Tróndur við Á skipar. Eysturoyingar kvøða Steppitáttin í dansi í Skálafirði. Langabbi Kristians, Niklas hjá Palla, sum var úr Skopun, yrkti Steppitáttin í 1918. Skjøn Anna er heiti á vísu, sum Jógvan Pætur Gilstein skipar í Klaksvíkar Dansifelag. Danska vísan, Fisken tager sin føde i vand, varð kvøðin í brúðleypum áður, og onkuntíð verður hon enn havd á gólvi. Vit hoyra Poul Gregersen skipa vísuna í dansi í gøtu. At enda skipar Ludvig við Stein Engang det sig nu hændte í Eysturoyar Dansifelag.

Dansival

Kvæðasending í útvarpinum.
Levi Heinesen hevur stovnað eitt dansifelag fyri ung á Viðareiði.
29-02-2024
Vertur er Jóhann Mortensen
12-02-2024
Gunnar er formaður í Sláið Ring og greiðir frá fyrstu tíðini, hann dansaði sum barn, og dansivetrinum, sum er um at vera av. Hann sigur okkum eisini frá tiltøkum eftir føstuna
07-02-2024
Vertur er Elin Maria Olsen
31-01-2024
Leygarkvøldið 27. januar skriva vit søgu í Føroyskum dansi, tí tá verða nevniliga allir tríggir tættirnir í Sjúrðarkvæði havdir á gólvi í Sjónleikarhúsinum.
24-01-2024
Karin er uppvaksin á Eiði í einum heimi, har tað altíð hevur verið kvøðið. Tá Dansifelagið á Látrinum varð stovnað, fór hon at dansa við teimum.
10-01-2024
Ólavur fekk áhugan fyri kvæðum í fólkaskúlanum, og tá hann hoyrdi tey í nýggjum hami, m.a. við Harkaliðnum og Týr.
03-01-2024
Joen Petur hevur altíð havt áhuga fyri føroyskum dansi, og er av álvara byrjaður at kvøða við Fótatraðk í Danmark, har hann eisini hevur verið formaður.
28-12-2023
Vertur er Elin Maria Olsen
15-12-2023
Marjun byrjaði at dansa føroyskan dans í Fótatraðk í Keypmannahavn, og var við til at stovna Tøkum Lætt, sum í dag er størsta dansifelagið í Føroyum.
13-12-2023
Fríðbjørg byrjaði at kvøða við dansifelagnum Grani á læraraskúlanum, og hevur fingið heiðursløn fyri sítt arbeiði í barnadansinum.
11-12-2023
Johann Mortensen leggur til rættis
26-12-2023