Dagur & Vika

Sí samrøðuna: Her svarar Vestergaard fyri seg
18-02-2015
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er gestur í sjónvarpsstovuni. Hann svarar spurningum um fiskivinnuna, sum stendur á gáttini til eina nýskipan

Í samrøðuni verður komið inn á valdið hjá landsstýrismanninum, útlutan av rættindum, atgongdina til tilfeingið í havinum, útlendska leiklutin í vinnuni, strámannavirksemi og hvussu lógin um vinnuligan fiskiskap annars verður umsitin.

Samgongan setti sær sjálvum freist til 1. februar at koma við tí fiskivinnunýskipan, sum hevur verið ávegis alt valskeiðið. Enn hevur almenningurin tó ikki fingið innlit í ta nýskipan, sum samgongan sigur seg vera samda um.

Í trimum sjónvarpssendingum hevur Kringvarpið lýst støðuna í fiskivinnuni í dag, umframt nakrar av spurningunum og avbjóðingum í vinnuni. Somuleiðis er evnið lýst í kjaki, øðrum sendingum og tíðindainnsløgum. Sum part av hesi viðgerð er Jacob Vestergaard gestur í sjónvarpsstovuni.

Vertur er Jón Brian Hvidtfeldt.

Dagur og vika

Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Dagur og vika er alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni.

26-03-2024
22-03-2024
21-03-2024
19-03-2024
15-03-2024
14-03-2024
12-03-2024
08-03-2024
07-03-2024