Dagur & Vika

Nógvar óvissur eftir Brexit
24-03-2017
At Bretland fer úr ES fær eisini týdning fyri viðurskifti Føroya við Bretland.

Fyrsta dagin byrjar niðurteljingin til Brexittilgongdina, ið skal enda við, at Bretland fer úr ES. Nýggja støðan fær eisini týdning fyri viðurskifti Føroya við Bretland, ikki minst um fiskirættindi, men enn eru spurningarnir fleiri enn svarini.

Tá grein 50 í Lissabonsáttmálanum er sett í verk, hava Bretland og ES tvey ár at samráðast um, hvussu framtíðar viðurskiftini millum Bretland og ES skulu verða.

Dagur og vika

Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Dagur og vika er alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni.

23-04-2024
19-04-2024
18-04-2024
16-04-2024
12-04-2024
11-04-2024
09-04-2024
05-04-2024
04-04-2024