Góðan morgun Føroyar

Politiska skipanin ger einki, nú gera vit okkara
14-04-2015
Sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri, nú Miðlahúsið er farið undir eina peningainnsavning fyri Í.M.G.T, sum skal hjálpa fátækum familjum í Føroyum

Um fólk leggja okkum undir at vera populistisk ella óheft, so mugu vit taka tað við.  Uppgávan nú "meðan vit bíða" til at politiska skipanin vaknar, er at gera okkara.

Við hesum gera vit okkara, sum í grundini ikki átti at verið neyðugt, sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri. 

Í menniskjum góður tokki umsitur pengarnar

Hann leggur dent á at peningurin fer óskerdur at hjálpa familjum í Føroyum, sum ikki fáa ágóðan av t.d flatskattinum, og sum liva í fátækradømi. Tó so er tað ikki miðlahúsið sum umsitur pengarnar og eiheldur vita vit her í húsinum hvør fær hvat.

Vit hava bert víst á at vit eru við í stríðnum at basa trupulleikanum, tí politiska skipanin ger einki.

Politiska skipanin vaknar ikki

Vit hava roynt at gjørt kritiskan journalistik, varpa ljós á trupulleikan osfr, sum ein miðil skal. Men hetta hevur ikki riggað nógv væl.

Nú gjørdi Kringvarpið sendingina "Við hjálp frá góðum fólki", sum lýsti trupulleikan. Fleiri onnur gera sítt og við hesum vilja vit vera við og gera okkara. Soleiðis sigur Eirikur Lindenskov at enda, um hví Miðlahúsið hevur meldað seg inn í stríðið at basa fátækradøminum í Føroyum.

Hoyr samrøðuna við Eirik Lidenskov omanfyri.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024