Góðan morgun Føroyar

El Niño ávirkar botnfiskastovnarnar við Føroyar
09-06-2015
- Nú tað vísir seg at El Niño er við at taka seg upp, kann tað hava stóra ávirkan á veðrið og fiskastovnarnar við Føroyar, heldur Osmund Justinussen

Ásmund hevur síðan sjeytiárini havt áhuga fyri, hvussu El Niño ávirkar botnfiskastovnarnar í norðurhøvum, og líka síðani hevur hann fylgt væl við hesum veðurfyribrigdi.

 

Hvat er El Niño?

El Niño er eitt veðurfyribrigdi, sum hevur verið kent í túsund ár. El Niño byrjar altíð við óvanligum hita í tropiska økinum í Kyrrahavinum, yvir ímót Australia og norður ímóti Borneo, Sumatra og síðani yvir aftur ímóti Mið- og Suðuramerika. Sjógvur og luft blíva so ógvusliga upphitað, at bæði fiskur, korallir og onnur havdjór doyggja, um tey ikki klára at flýggja í kaldari sjógv/vatn. 

 

Myndin vísir hvussu El Niño hitar havið við Suður Amerika

 

Ògvusligast í 1983
Í 1983 kom hækkaði hitin á fleiri støðum í Kyrrahavinum við 7 stigum í mun til meðalhitan. Tó tann mest vanliga upphitingin av El Niño er umleið 2-4 stig. Og hevur hetta ávirkan á veðrið um allan heim, eisini í Føroyum.

Serliga er tað lágtrýstini ið verða ávirkaði. Tá ið El Niño herjar, so ferðast lágtrýstini sunnanfyri Føroyar, meðan tá ið tað mótsatta La Niña herjar, so ferðast lágtrýstini vestan fyri Føroyar.

 

Ávirkar botnfiskastovnarnar við Føroyar
Verður hugt at hagtølunum, so vísa tey, at tá ið El Niño herjar, so er góður fiskiskapur eftir botnfiski við Føroyar. Sum hesi tølini vísa: 

1899- 1900 var góður fiskiskapur og tá var máttmikil El Niño

1918-1920 var góður fiskiskapur og tá var máttmikil El Niño 

1940-1942 var góður fiskiskapur og tá var máttmikil El Niño

1957-1958 var góður fiskiskapur og tá var máttmikil El Niño

1966-1968 var góður fiskiskapur og tá var máttmikil El Niño

1983-1985 bestu ár til toskafiskiskap og tá var ein sera máttmikil El Niño

1994-1999 var góður fiskiskapur og tá var máttmikil El Niño

 

- Í hesum sama tíðarskeiði hava eisini verið fleiri veikari El Niño. Tey árini, tá El Niño hevur ligið í dvala og La Niña hevur herjað, hava verið vánalig til fiskiskap við Føroyar, sigur Osmund Justinussen.

 

Ikki so einfalt

Men tó so, so einfalt er tað ikki. Lurta eftir samrøðuni við Osmund Justinussen her:  

 

Les grein ið Osmund hevur skrivað um evnið. Trýst her

 

Hygg at, hvat El Niño er fyri eitt veður fyribrigdi:

Kelda: Osmund Justinussen

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024