Góðan morgun Føroyar

Børnum tørvar kærleika, kærleika og kærleika
30-03-2016
Tað sigur Lillian Bjarnadóttir, mamma at fýra og heilsufrøðingur. Hon hevur skrivað lesarabræv um umstøðurnar at vera heima hjá egnum børnum

Lillan Bjarnadóttir Poulsen vónar, at hennara lesarbræv, ið stendur niðanfyri, fer at elva til kjak.

Skulu vit hugsa um pensjónina heldur enn at vera heima hjá børnunum?

Tað sýnist sum um, at vit hava skapt eitt samfelag, her foreldrini brúka meginpartin av tíðini til at knossast á arbeiðsmarknaðinum, meðan børnini eru á stovni. Og at virðingin fyri eini heimaarbeiðandi mammu ella heimagangandi pápa er burtur.

Dag og dagliga verður í miðlunum tosa um, at útbúgving og arbeiði eru avgerandi fyri identitet og virðing, at vit skulu hava okkara ávirkan á arbeiðsmarknaðinum, at tað er vandamikið at hava hol í CV-num, og hvussu ringt tað er at koma inn aftur á arbeiðsmarknaðin, um mann fyrst hevur verið heima í nøkur ár.

Tað, at kvinnurnar fóru út á arbeiðsmarknaðin í síni tíð, er sjálvandi positivt, men tað hevur ført við sær stórar avbjóðingar hjá barnafamiljunum.

Tær avbjóðingar roynir mann at loysa við, at stovnarnir skulu hava longri opið. Foreldrini koyra børnini í vøggustovu, tá tey eru 10 mánaðir og renna blundandi avstað fyri at útihýsa teimum sterku kenslunum, sum rópa at taka barnið heimaftur. Avleiðingarnar eru nógvar og markantar.

Persónliga eru tað stress, vánaligur trivnaður og fleiri hjúnaskilnaðir. Samfelagsliga eru tað: fleiri sjúkradagar, diagnosubørn og minni fólkavøkstur.

Er hetta meiningin við at skapa eina familju? Er hetta meiningin við at fáa børn? Neyvan!

Nógv børn hava longri dagar á stovni enn ein námsfrøðingur, sum arbeiður fulla tíð. Barnasálarfrøðingurin Margrethe Bruun Hansen hevur sagt, at: Tað týdningarmesta í lívinum hjá barninum eru foreldrini, og at barnið er eisini tað týdningarmesta í lívinum hjá foreldrunum. Tað gloyma vit ofta at viðurkenna og at leggja okkara arbeiðslív til rættis eftir.

Ein donsk spurnarkanning frá 2014 vísir, at fýra av 10 dønum høvdu latið annað foreldrið gingið heima, um tað læt seg gera. Og ein nýggjari kanning av sama slag vísir, at sjey av 10 dønum vilja, at skerd arbeiðstíð hjá foreldrum við smábørnum skuldi verið rættindi hjá teimum, ið vilja tað.

Tað eru børnini, ið gjalda tann høga prísin fyri fráveruna hjá foreldrunum. Sálarfrøðingar við serkunnleika á barnaøkinum vísa á, at vit fáa fleiri børn, sum eru ørkymlað, og sum vísa tekin um, at teirra lív hevur verið for pressað. Tey hava havt ov fáar tættar og róligar relatiónir í sínum lívi, og vit fáa fleiri børn, sum hava ein órógvandi atburð.

Føroyskar kvinnur eru raskar at føða børn, serliga um vit samanbera okkum við grannalond okkara.

Tað eru mong, sum vilja passa sínu egnu børn heima, eins og tað eru mong, sum ikki vilja, at børnini hava langar dagar á stovni. At avlevera sítt 10-12 mánaða gamla barn til fremmandar hendur at taka sær av, er ímóti móðurinstinktinum. Tað eru eisini fleiri, ið lata instinktið ráða og fara av arbeiðsmarknaðin í eina tíð.

Nøkur hava nóg stórt fríggjarligt rásarúm at lata annað foreldrið verða heima í eina tíð, onnur taka vaskiarbeiði og annað arbeiði um kvøldarnar fyri, at tað skal lata seg gera, meðan uppaftur onnur koyra barnið út og fara til arbeiðis við ringum tannabiti, tí tað fíggjarliga loyvir tí ikki øðrvísi.

Eg eri væl vitandi um, at fleiri mammur eisini vilja sleppa aftur á arbeiðsmarknaðin sum skjótast eftir at hava átt eitt barn, og mítt ynski er ikki at geva teimum ringa samvitsku, men at varpa ljós á tær familjur, ið velja og ynskja tað mótsetta.

Undir øllum umstøðum er barnsins tørvur als ikki við í kjakinum. Politikurin á økinum í fleiri áratíggju hevur verið og er:

* At vit skulu vera so nógv á arbeiðsmarknaðinum sum gjørligt.

* Ein ímynd av, at børnini hava best av at fara á stovn, har serkøn kunnu taka sær av teimum.

* Javnrættindinum, ið sýnast at vera nógv týdningarmiklari enn tørvurin hjá tí lítla barninum.

Spurningurin, ið nógv foreldur seta sær, er hesin: hví skulu vit arbeiða mest, meðan børnini hava allar størstan tørv á okkum og eru mest ávirkilig, eym og viðkvom.

Nógv donsk vælútbúgvin foreldur, einamest mammur, fara heim av arbeiðsmarknaðinum í eina tíð, tí tey vilja ikki svíkja børnini. Í staðin fyri at blíva við at meyla um, at kvinnur skulu arbeiða fulla tíð, latið okkum so heldur tosa um ein smidligan arbeiðsmarknað!

At mann kann fara niður í hálva tíð, meðan børnini eru smá uttan at vera bangin fyri at missa starvið ella pensjónina. Ella at mamma og pápi fara niður í tíð og hava hvør sín dag heima um vikuna saman við børnunum.

Møguleikarnir eru nógvir. Teir tímarnir, sum leypa av, kunnu lættliga fyllast við eldri fólki, sum vilja arbeiða minni enn fyrr ella fólk sum orsakað av sjúku bara kunnu arbeiða ein lítlan brøk.

Tað er nógv hjá samfelagnum at spara við at hava ein meiri smidligan arbeiðsmarkna. Færri dagstovnspláss, færri sjúkradagar, minni stress hjá teimum vaksnu, sum so aftur møguliga hevði verið atvoldin til færri hjúnaskilnaðir, betri trivnað hjá børnum og ungum, sum aftur ber í sær minni tørv á serøkinum.

Kommunurnar gjalda nógvan pening fyri, at børn kunnu vera á dagstovni fyri ein so bíligan penga, sum tað er í dag hjá foreldrunum. Tey, sum ynskja og velja tað øðrvísi, fáa ongan stuðul til tað.

Tískil vóru tað gleðiboð, at eitt uppskot nú er blivið lagt fyri tingið um, at annað foreldrið kann vera heima hjá barninum eina tíð við fíggjarligum stuðli. Eg má siga, at eg eri skelkað av, hvørja móttøku uppskotið síðan hevur fingið í miðlunum.

Fyrst formaðurin í Pedagogfelagnum, sum førir fram, at mann heldur skal nýta pengarnar til uppnormering av dagstovnaøkinum o.ø., og nú í tíðindum, at hetta uppskotið er tað sama sum at senda kvinnurnar til hús. Orðið javnstøða er eisini sera nógv nýtt í hesum kjakinum og kjakinum um barsilsskipanina.

Eg vil staðiliga mæla frá at lóggeva mammurnar út á arbeiðsmarknaðin.

Heldur eigur samfelagið at fjálga um smábarnafamiljurnar soleiðis, at tað letur seg gera at hava barnið heima, til tað er í minsta lagið tvey ár og at lóggeva soleiðis, at barnafamiljur ikki noyðast at arbeiða fulla tíð.

Vit liva í einum samfelag, her kvinnur og menn hava frítt at velja. Vælsignaði latið familjurnar sjálvar taka avgerðirnar innanhýsis, hvussu tey skipa tað dagliga lívið!

Kostnaðurin fyri at liva við nógvari ferð, meðan børnini eru smá, er stórur. Spyr ein, ið liggur á deyðastrá, um viðkomandi angrar, at viðkomandi ikki nýtti meira tíð á arbeiðsmarknaðinum? Allar kanningar vísa, at tá alt kemur til alt, so eru tað børnini og familjan, ið hava størsta týdningin í lívinum.


​Við móðurkvøðu

Lillian Bjarnadóttir Poulsen, mamma at fýra og heilsufrøðingur

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024