Góðan morgun Føroyar

Tey hava umboðað Føroyar væl
10-02-2017
Ársins ambassadørátak eigur Hondbóltssamband Føroya og ársins ambassadørur er Súni Selfoss frá Starvsmannafelagnum

Á hugnaløtu seinnapartin í gjár skipaðu Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn fyri ársins ambassadørdegi.

Ársins Ambassadørátak 2016, bleiv HM og EM undanfinalurnar hjá Hondbóltssambandi Føroya, har Kristian Johansen og Gunn Ellefsen fingu heiðurin.
Ársins Ambassadørur 2016 bleiv Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, Og síðani var ein heilt serligur heiður givin Virgar Hvidbro úr FSF, sum, á heilt serligan hátt, hava sett Føroyar á heimskortið gjøgnum nógv ár.

Grundgevingin kann lesast her:

Ársins Ambassadørátak 2016:

Kristian Johansen og Gunn Ellefsen úr Hondbóltssambandi Føroya
Grundgeving frá dómsnevndini:
Hondbóltssambandið hevur framt eitt bragd í 2016 og januar 2017 við at fáa undankappingar, bæði í EM og HM, til Føroya. Tey vóru heppin við lutakasti, men sanniliga eisini dugnalig við samráðingum at fáa ávikavist EM-undan-undankappingin hjá monnum, U21 HM-undankapping hjá monnum og HM-undankapping hjá kvinnum til Føroya. Við hesum kappingum, eydnaðist tað teimum at fáa tilsamans umleið 210 vitjandi til Føroya, úr londum sum Makedonia, Íslandi, Eysturríki, Finnlandi, Sveis, Ísrael, Grikkalandi, Ungarn, Lettlandi, Noregi, Belgia, Póllandi og Kýpros. At savna so nógv fólk í lágárstíð er júst í tráð við aðalmálið at økja um ferðafólkatalið í lágárstíð, ið er í sera stóran mun við til at gera føroysku ferðavinnuna meira fíggjarliga burðardygga.

Ársins Ambassadør 2016

Súni Selfoss úr Starvsmannafelagnum
Grundgeving frá dómsnevndini:
Súni Selfoss hevur verið ein sera virkin ambassadørur í 2016. Hann hevur skipað fyri tveimum størri ráðstevnum og einum altjóða fundi. Við sínum frámúr ?alt-ber-til? hugburði og síni sera stóru sjónligheit í altjóða fakfelagsrørsluni, var tað nærmast ein sjálvfylgja, at stórir bólkar úr londum rundan um okkum komu á gátt hjá honum og Starvsmannafelagnum. Eisini hevur Súni staðið á odda fyri stásiliga fundarhølinum Smæruni, har millum annað tolkaútgerðin er so góð, at tolkar sjálvir eru farnir at marknaðarføra Føroyar sum eitt frálíkt stað at halda fundir. 187 norðurlendskar gestir hevur Súni megnað at fingið til Føroya, sum koma ymsastaðni úr fakfelagsrørsluni.

Heiðursbræv

Virgar Hvidbro úr Fótbóltssambandi Føroya
Grundgeving frá dómsnevndini:
Fótbóltssamband Føroya hevur í eitt langt áramál havt ein sera stóran leiklut í arbeiðinum at seta Føroyar á heimskortið á jaligan hátt. Við hørðum arbeiði, dugnaskapi og áræði hevur Fótbóltssamband Føroya fyriskipað nógv tiltøk, sum hava fingið fleiri tíggjutúsund fólk til Føroyar úr ymiskum londum kring heimin, bæði í hág- og lágárstíð. Hetta hevur havt alstóran týdning fyri ferðavinnuna í Føroyum.

Í dómsnevndini vóru Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, Theresa Turidardóttir Kreutzmann, stjóri í Visit Tórshavn og Árni Olsen marknaðarstjóri í Atlantic Airways.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024