Góðan morgun Føroyar

Sarah Mahfoud brúkti 29 sekund at vinna
14-02-2017
Klassamunur var, tá Sarah Mahfoud fór í ringin í sinum fyrsta dysti sum professionellur boksari

Mótstøðukvinnan var Petra Podraska.

Bara 8 sekund vóru farin, tá Podraska lá á gólvinum.

Tá 29 sekund vóru farin, valdi dómarin at steðga dystinum við einum sonevndum TKO - ella technical knockout.

Mahfoud, ið hevur føroyska mammu, sigur, at hon einki hevur ímóti, at mótstøðan er sterkari næstu ferð.

Hvar og nær næsti dystur verður, frætta vit, tá boksifyriskiparin, Mogens Palle, hevur stungið sínar ætlanir út í kortið.

Ambitiónirnar eru stórar.

Farið verður eftir bæði EM og HM, sigur Sarah Mahfoud, sum gjørdist landskend í Danmark, tá hon vann vælumtóktu sjónvarpskappingina, Vild med dans.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024