Góðan morgun Føroyar

Varðagøta verður tryggari hjá skúlabørnum
14-02-2017
Kommunan ger broytingar í Varðagøtu í Havn. Vegurin skal smalkast við inngongdina til Sankta Frans skúla, og klokkustýrd vegskelti verða sett upp

Tórshavnar kommuna fer nú undir at smalka vegin, har bussurin steðgar við høvuðsinngongdina til Sankta Frans skúla soleiðis, at eingir bilar kunnu koyra, meðan børnini fara úr bussinum og yvir um Varðagøtu og í skúla.

Nýggja loysnin er eisini tryggari, tá ið bussurin ikki setur børn av, tí farleiðin yvir um vegin verður styttri, og bilar fáa ikki yvirhálað á hesum strekkinum.
Tórshavnar kommuna fer eftir ætlan undir arbeiðið nú í februar, og tað er liðugt fyrst í mars mánaði.

Ingmar Hammer frá Vegteknisku deild hjá politinum og Hans Nielsen, frá teknisku deild hjá Tórshavnar kommunu eru saman við Kára Olsen í Varðagøtu.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024