Góðan morgun Føroyar

- Eri sannførdur um, at KOKS fær stjørnuna
21-02-2017
Tað sigur Bent Christensen frá Den Danske Spiseguide

Sjálvur kennir hann ógvuliga væl føroysku matstovuna, KOKS, ið hann vitjaði fyrstu ferð í 2009.

Hann bleiv bergtikin av rávørunum í Føroyum, men undraðist um somu tíð á, hví tað var so trupult, at fáa tær á føroysku matstovunum.

Seinni hevur Bent Christensen skrivað bók um KOKS.

Hann væntar, at Michelinstjørnan fer at hava stóran týdning fyri KOKS, men eisini fyri føroyska ferðavinnu sum heild.

-Tað verður trupult at fáa borð á KOKS, og tí fara ferðafólk at leita eftir gastronomiskum upplivingum aðrastaðni.

Trupulleikin í Føroyum er, at tað eru ov fáar matstovur í Føroyum, sum leggja seg eftir dygdarmati.

Uttanfyri Tórshavn er ógvuliga trupult at fáa eina gastronomiska uppliving, heldur Bent Christensen.

Hetta er spell, tí rávørurnar eru fyrstaflokks.

Michelinstjørnurnar verða kunngjørdar mikudagin.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024