Góðan morgun Føroyar

Hvør er ársins sjúkrarøktarfrøðingur?
22-02-2017
Tað ætlar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar at finna út av

Á heimasíðu felagsins skrivar nevndin:

Á aðalfundinum í 2016 var tosað um, at velja ársins sjúkrarøktarfrøðing. Felagið hevur tí avgjørt at limir felagsins skulu hava møguleika at velja ársins sjúkrarøktarfrøðing 2017.

Orsøkin til hesa avgerð er, at sjúkrarøktarfrøðingar í dagliga arbeiðinum eru fyri stórum avbjóðingum - bæði fakliga og kensluliga.

Felagið virðismetir arbeiðið tit gera og vil tí heiðra ársins sjúkrarøktarfrøðingi.

Treytir:

Sjúkrarøktarfrøðingurin skal vera limur í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Tann innstillaði skal hava ein ella fleiri av niðurfyristandandi eginleikum:

At hann sínum dagliga yrki hevur verið við til at menna sjúkrarøktarfakliga yrki á ein jaligan hátt. At hann hevur verið eyðsýndur sum kveikjari fyri starvsfelagar, nýútbúnar sjúkrarøktarfrøðingar og fyri tey lesandi. At hann á ein jaligan hátt hevur verið hugkveikjandi fyri sínar starvsfelagar.

At hann er semjusøkjandi.

Vit heita á limir okkara um at senda okkum innstilling, hvønn tit meta eigur at verða kosin ársins sjúkrarøktarfrøðingur 2017. Í uppskotinum skal stutt verða greitt frá, hví tit halda at tann ið tit skjóta upp, skal fáa heiðurin.

Send felagnum ein teldupost við tínum/tykkara uppskoti til anar@sjukrarokt.fo

Uppskotið skal verða felagnum í hendi í seinasta lagi 1. mars.

Tað er nevnd felagsins, út frá innstilling frá einum stýrisbólki, sum tekur avgerð hvør fær heiðurin.

Ársins sjúkrarøktarfrøðingur 2017 verður heiðraður við einum gávubrævi á aðalfundinum 18. mars.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024