Góðan morgun Føroyar

Den yderste tid við í William Heinesen framsýning
23-02-2017
Handritið til bókina 'Den yderste tid,' sum William Heinesen skrivaði í 1941, verður við á framsýningini á Landsbókasavninum

Landsbókasavnið hevur eitt bókmentatiltak um William Heinesen og skaldskap hansara í dag. Framsýningin letur upp klokkan 17.

Hetta er í samband við at Landsbókasavnið fekk handritið Den yderste tid, sum er ein óutgivin skaldsøga eftir William Heinesen, sum hann skrivaði á yngri árum.

Landsbókasavnið hevur eisini fingið framsýningina 'Hampamenn í Havn,' sum var í Smiðjuni í Lítluvík í fjørð. Hetta er ein framsýning við keipumyndum eftir William Heinesen.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Tað liggur til føroyingar at tosa nógv um familju, slekt og slag, og tí kennir man seg eitt sindur øðrvísi, tá man ikki hevur hetta at tosa um.
28-02-2024
Hoyr alla sendingina
28-02-2024
Hettutroyggja og blusur við politiskum boðskapi hoyra ikki heima á tingsins røðarapalli. - Klæðini skulu vera siðilig og tignarlig, sigur Bjørt Samuelsen, tingforkvinna
27-02-2024
Hoyr alla sendingina
27-02-2024
Vestmenningurin Harald Bjørgvin er í Antarktis saman við 84 øðrum myndafólkum.
27-02-2024
Summi foreldur halda, at tey hjálpa teimum blaðungu við at geva teimum nakrar fáar øl, men í roynd og veru er hetta ein bjarnatænasta, heldur SSP-ráðgevi.
26-02-2024
Tænastan gevur fólki møguleikan at søkja um atgeingi í skjalasavnstilfar, ið inniheldur persónsupplýsingar. Eitt nú sjúkrajournal, faðirskapsmál ella politimál
26-02-2024
Hoyr alla sendingina
26-02-2024
- Hetta hevur leingi verið ein dreymur, sigur Kartin Høgnesen, sum tó ikki útilokar, at hann vendir aftur til hárfríðkan seinni
23-02-2024
Hoyr alla sendingina
23-02-2024
Arsen í rísi, veðrið, kærumøguleikar, støðan í miðeystri, Fountainhúsið
22-02-2024
Hjá teimum, sum hava sálarligar trupulleikar, er Fountainhúsið ein trygg havn í einum rokaligum umheimi
22-02-2024