Góðan morgun Føroyar

Lega fyri gentur, sum vilja spæla rokk
24-02-2017
Gentur rokka er ein rokklega fyri gentur í aldrinum 14-19 ár. Eingi førleikakrøv verða sett

Legan er fyri allar gentur, ið hava áhuga í at læra at spæla eitt rokkljóðføri og spæla í einum rokkbólki. Hvør luttakari velur sær eitt ljóðføri, sum hon hevur hug at læra. Undirvíst verður í el-guitar, bass, trummum, ljómborði og so eisini sangi.

Rokklegan verður hildin í Skansastovu 27. juni til 30. juni í 2017. Undirvísarar vera m.a tónlistakvinnurnar Guðrið Hansdóttir og Rannvá Helenudóttir.

Á rokkleguni fáa genturnar undirvísing í at skriva sangir, at framføra, at standa á einum palli, spæla á ljóðføri og syngja.

Eisini vera ymiskar verkstovur á skránni, har t.d verður undirvíst í upptøkuframleiðslu, um tónleikavinnuna, um kvinnur í føroyskari og útlenskari rokksøgu, tekstskriving og so víðari.

Til endans verður ein endakonsert í Reinsarínum 1. juli og har vera løgini framførd og eisini verður greitt frá, hvussu vikan hevur gingið og myndir og filmar vera vístir.

Legan er ókeypis, og fyriskipararnir gera arbeiðið sjálvboðið.

Um tú ert áhugað, so er at senda eitt teldubræv til genturrokka@gmail.com har tit viðurmerka navn, aldur og um tú spælir nakað ljóðføri.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hoyr alla sendingina
28-02-2024
Hettutroyggja og blusur við politiskum boðskapi hoyra ikki heima á tingsins røðarapalli. - Klæðini skulu vera siðilig og tignarlig, sigur Bjørt Samuelsen, tingforkvinna
27-02-2024
Hoyr alla sendingina
27-02-2024
Vestmenningurin Harald Bjørgvin er í Antarktis saman við 84 øðrum myndafólkum.
27-02-2024
Summi foreldur halda, at tey hjálpa teimum blaðungu við at geva teimum nakrar fáar øl, men í roynd og veru er hetta ein bjarnatænasta, heldur SSP-ráðgevi.
26-02-2024
Tænastan gevur fólki møguleikan at søkja um atgeingi í skjalasavnstilfar, ið inniheldur persónsupplýsingar. Eitt nú sjúkrajournal, faðirskapsmál ella politimál
26-02-2024
Hoyr alla sendingina
26-02-2024
- Hetta hevur leingi verið ein dreymur, sigur Kartin Høgnesen, sum tó ikki útilokar, at hann vendir aftur til hárfríðkan seinni
23-02-2024
Hoyr alla sendingina
23-02-2024
Arsen í rísi, veðrið, kærumøguleikar, støðan í miðeystri, Fountainhúsið
22-02-2024
Hjá teimum, sum hava sálarligar trupulleikar, er Fountainhúsið ein trygg havn í einum rokaligum umheimi
22-02-2024
Lív Birgirsdóttir Johansen mátti tosa við tríggjar ymiskar læknar, áðrenn hon verður í álvara og fær staðfest blóðtøpp
21-02-2024