Góðan morgun Føroyar

'Hugskotið' ger tað møguligt hjá íverksetum
09-03-2017
Møguleikarnir eru blivnir nógv betri at arbeiða við nýggjum verkætlanum, nú Hugskotið er flutt inn í Sjóvinnuhúsið, siga fleiri íverksetar

Hugskotið bjóðar eitt kveikjandi umhvørvi, har møguleiki er at fáa ókeypis vegleiðing og innivist, og har møguleiki er at netverka við aðrar íverksetarar. Hevur tú ikki tørv á innivist, kanst tú í staðin fáa vegleiðing og hjálp at koma víðari við tínum hugskoti. Hevur tú tørv á serkønari hjálp, hava vit í fleiri førum møguleika at bjóða tær eina mentorskipan.
Tað eru júst hesi tilboð íverksetararnir, sum halda til í nýggju hølunum hjá íversetarahúsinum 'Hugskotið,' eru so glað fyri og kunnu brúka.

Tað, at fleiri sita í stórum skrivstovulandslagi og kunnu tosa við hvønn annan um hugskot og menning, er ein ómetaliga góður møguleiki, siga íverksetararnir í Hugskotinum.

Pláss er fyri 36 íverksetarum í nýggju hølunum, sigur leiðarin, Jónhild Rasmussen, sum mleggur afturat, at nøkur pláss eru eftir, um onkur gongur við einum góðum hugskoti.

Les meira um Hugskotið her og á facebook her

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024