Góðan morgun Føroyar

Bjartskygni í Sunda kommunu
15-03-2017
Hóast Eysturoyartunnilin fer at stytta fjarstøðuna millum Skálafjørðin og høvuðsstaðin munandi, hava tey góðar framtíðarvónir í Sunda kommunu

Morgunsendingin skiftir orð við Noomi Káradóttir Rasmussen, trivnaðarsamskipara í Sunda kommunu.

Tað er ilt at vita, hvat fer at henda við húsaprísunum, tá Eysturoyartunnilin letur upp, men í kommununi vænta tey ikki, at prísurin lækkar nakað serligt.

Økið er attraktivt og nógv ung fólk búgva her, sigur trivnaðarsamskiparin og leggur aftrat, at kommunan strembar eftir at gera umstøðurnar hjá barnafamiljum so góðar sum gjørligt.

Enn er fitt av byggiverksemi í Sundalagnum. Í løtuni eru sjey hús í gerð umframt at nøkur grava út.

Streymnes, Hósvík, Hvalvík og við Norðskála eru best umtóktu økini at seta búgv, sigur Noomi Káradóttir Rasmussen.

Myndina hevur JEJ Print&Foto tikið.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024