Góðan morgun Føroyar

Beinta er ársins sjúkrarøktarfrøðingur
23-03-2017
- Viðurkenningin hevur givið mær eina arbeiðsgleði afturat og eina meining við arbeiðnum, sigur Beinta Joensen, ársins sjúkrarøktarfrøðingur

Seinasta vikuskiftið valdu sjúkrarøktarnir um alt landið, ársins sjúkrarøktarafrøðing, og tað bleiv Beinta Joensen, sjúkrarøktarfrøðingur. Beinta starvast á diabetesambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum.

- Eg eri sera fegin um heiðurin eg havi fingið, men tað er sanniliga toymið, sum eg arbeiði saman við, sum eisini eigur henda heiður, sigur ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Beinta Joensen
- tað er ofta trupult at halda fast í kjarnuuppgávuni í arbeiðinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum ikki altíð hava tær bestu arbeiðsumstøðurnar, sigur forkvinnan í sjúkrarøktarafelagnum, Óluvá í Gong. Hóast tað, so hevur Beinta megna at framt eitt dygdargott arbeiði.

Grundgevingin hjá stýrinum, sum var sett at velja ársins sjúkrarøktarafrøðing, ljóðar soleiðis:
Ársins Sjúkrarøktarfrøðingur er Beinta Joensen.
Beinta ger ein mun. Hon útinnir, miðlar og mennir sjúkrarøkt á ein fyrimyndarligan hátt. Hon røkkur víða við síni vitan til frama fyri tey, sum sjúkan fatar um ella á onkran hátt eru ávirkað av støðuni. Hon gevur eina vitan, sum førir við sær fyribyrging av seinkomplikatiónum og eitt heilsubetri lív til alla familjuna. Hon røkkur út um sjúkrahúsið og tey, sum eru beinleiðis ávirkað av sjúkuni, til alt samfelagið. Hon er soleiðis eisini við til at gera sjúkrarøktina sjónliga fyri øll
.

Vit ynskja eisini Beintu Joensen til lukku við heiðrinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024