- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Arvur hjá Ebbu Hentze seldur á uppboði
24-03-2017
- vit hava ikki umstøður at goyma alt. Tí verður selt á uppboði, sigur forkvinnan í Rithøvundaferlagnum, Vónbjørt Vang
Talan er um listaverk eftir eitt nú William Heinesen, Torbjørn Olsen, Janus Kamban, Ingálv av Reyni, Zakarias Heinesen og fleiri.
Umleið 60 málningar og tekningar hjá kendum føroyskum listafólkum, verða seld á uppboðssølu leygardagin, í morgin, í Posthúskjallaranum í Havn.
Uppboðssølan byrjar klokkan 14.
Ebba Hentze vildi, at innkomni peningurin óskerdur fer til Rithøvundafelagið at nýta til frama fyri ungar rithøvundar. Tí vóna tey nógv fólk til uppboðssøluna
Mynd: Originalklip, sum William Heinesen gjørdi til barnabøkurnar,
Antonia mitt í verðini og Antonia og Morgunstjørnan, sum Ebba Hentze skrivaði
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024