Góðan morgun Føroyar

- Ítróttarfrásøgn er fyrst og fremst passión
27-03-2017
Tað sigur Suni Merkistein, sum um vikuskiftið fekk Móðurmálsvirðislønina 2017 fyri sítt avrik innan yrkismál

Grundgevingin var soljóðandi:

Móðurmálsvirðislønin 2017 verður tillutað Suna Merkistein fyri hansara avrik innan yrkismál.

Í ein mansaldur hevur Suni Merkistein starvað við ítrótta- og mentanarøkinum í bæði útvarpi og sjónvarpi.

Avrikini í útvarpssendingum, sjónvarpssendingum, frásagnum og bókum vísa, at hann á ymsu pallunum megnar frásagnarkynstrið og har er við til at varðveita, menna og mýkja føroyska málið.

Hugsað verður um munnlig eins væl og skrivlig avrik hjá Suna Merkistein. Miðvíst og við nærlagni hevur hann ment og mýkt ítróttamálið í Kringvarpi Føroya, og hann hevur skrivað bøkur um ymiskar ítróttagreinar, eitt nú verkið í trimum bindum um føroysku fótbóltssøguna og stóra verkið um føroyska telving í 20. øld.

Hann hevur ávirkað málið í føroyskum ítrótti og slóðað fyri hjá teimum yngru, so at vit í dag hava eitt ítróttamál, sum er væl ment og kennist heimligt.

Í ítróttafrásagnum sínum hevur Suni Merkistein mangan bæði víst og lýst, hvussu livandi og lætt føroyska málið kann vera.

Fyri hansara framúr frásagnarstíl á góðum og viðkomandi máli heiðra vit í dag Suna Merkistein við Móðurmálsvirðislønini 2017.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024