Góðan morgun Føroyar

Svenska eldsálin Torbjörn Nyström heiðraður
28-03-2017
Norrøna Felagið í Føroyum letur henda heiðurin til ein persón, ið hevur gjørt ein serligan innsats fyri Føroyar og Norðurlond

Torbjörn Nyström hevur, saman við Nannu Hermansson, staðið fyri at gera eina talgilda svensk føroyska orðabók. Ætlanin er, at tá orðabókin er liðug, skal hon leggjast á Sprotan, so allur heimurin fær ágóðan av bókini.

Í grundgevingini segði Turid Christophersen, forkvinna í Norrøna Felagnum m.a. soleiðis um Torbjörn:
'Torbjörn er eitt av hesum sjáldsomu menniskjum, sum alla tíðina er úti um seg og fær ting at henda rundan um seg. Hetta hava limirnir í felagnum fyri svenskarar í Føroyum stóra gleði av, og ikki minst eisini limirnir í felagsskapinum Samfundet Sverige-Färöarna, har Torbjörn er ein av undangongufólkunum, hóast hann ikki longur býr í Svøríki, har felagsskapurin hevur sítt høvuðsvirki.
Tað, sum vit í dag lata eitt blómutyssi og herðaklapp fyri, er arbeiðið, sum Torbjörn hevur gjørt fyri at fáa til vega eina svensk-føroyska orðabók. Hann er ikki heilt einsamallur um hetta. Nanna Hermansson, ein fyrimyndarlig undangongukvinna í Samfundet Sverige-Färöarna og ein føroyavinur fram um nógv onnur, eigur eisini sín part av herðaklappinum, sum vit í dag geva Torbjörn.
Torbjörn og Nanna hava nærum einsamøll arbeitt fyrimyndarliga hesi seinastu árini við at fyrireika og vísa á møguleikar fyri at byggja upp eina orðabók, har møguleiki verður hjá øllum at leita sær forstáilsi millum føroyskt og svenskt mál. Arbeiðið er nærum sjálvboðið, tað er viljin og hugurin til at gera nakað munagott fyri felagsskapin, ið drívur verkið.
Sum vit hava skilt, er arbeiðið komið so mikið langt, at tað í nærmæstu framtíð er búgvið at verða latið leyst, og tað verður gjørt á stóra netgrundaða orðabókafelagsskapinum hjá Sprotanum, sum vit øll hava so ómetaliga stóra gleði av.'

Les meira um svensk føroysku orðabókina her

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024