Góðan morgun Føroyar

Suni og Hendrik eru ársins fyrstuhjálparar 2016
29-03-2017
Suni Hermansen og Hendrik Vilhelm Poulsen fingu heiðurin fyri eina hending tann 27. apríl 2016, tá teir bjargaðu, 19 ára gamla Fróða Emili Hansen

Formaðurin í Reyða Krossi, Jóannes Eidesgaard og ársins fyrstuhjálparar 2016 vitjaðu morgunsendingina, og greiddu nærri frá hendingini tann 27. apríl 2016.

 

Grundgevingin hjá Reyða Krossi er hendan:

Tveir mans fingu heiðurin “Ársins fyrstihjálpari 2016” av Reyða Krossi Føroya

Hesir eru Hendrik Vilhelm Joensen úr Kollafirði og Suni Hermansen av Signabø.

Teir fingu heiðurin fyri at hava megnað at givið lívbjargandi fyrstuhjálp, bæði kropsliga og sálarliga, í eini truplari støðu, tá 19 ára gamli starvsfelagi teirra small um.

Hendingin fór fram tíðliga um morgunin tann 27. apríl 2016 í Kaldbaksfirði, har tríggir starvsfelagir fingu sær kaffi inni á landstøðini hjá alibrúkinum hjá Bakkafrost. Knappliga small 19 ára gamli Fróði Emil Hansen um, og datt niður á gólvi.

Í støðuni kláraðu Hendrik og Suni at geva Fróða lívbjargandi fyrstuhjálp, ringja 1-1-2, syrgja fyri, at familjan hjá Fróða fekk at vita um tilburðin, og syrgja fyri, at teir sjálvir fingu sálarliga hjálp aftaná. Hetta vísir, at teir høvdu yvirskot til at hugsa um tann skadda, familjuna og seg sjálvar.

Framfaringarhátturin, hvussu teir báðir skipaðu fyrstuhjálpina vísir, hvussu týdningarmikið tað er at hava tikið eitt fyrstuhjálparskeið, hvussu farast skal fram í eini tílíkari truplari støðu.

Út frá hesum hava teir heiðurin uppibornan at verða útnevndir til “Ársins fyrstuhjálparar 2016”

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024