- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Fransaholan er mest spennandi holan higartil
16-05-2017
Tað sær út til, at Fransaholan ber søguna, sum er søgd um hana, sigur Jens Mortan Rasmussen
Um vikuskiftið vóru Jens Mortan Rasmussen og aðrir í Fransaholuni, sum er uppi við eggina í Sørvági.
Teir høvdu ikki útgerð til at koma longur, men ætla at royna koma longur seinni.
Tað eru trý ár síðani, at teir vóru í Árantsholuni, og síðani hava teir verið í fleiri holum aftrat.
Teir eru framvegis áhugaðir at frætta um aðrar holur í Føroyum, sum søgur og sagnir knýta seg at.
Jens Mortan Rasmussen sigur, at um tú hevur ein farra av klaustrofobi, so er skilabest ikki at fara somu leið sum teir.
- Og far ongantíð einsamallur í holurnar, leggur hann aftrat.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024