Góðan morgun Føroyar

Næmingar royna seg sum granskarar
19-06-2017
Næmingarnir skulu taka støði í onkrum, sum teir undrast á

Kappingin er skipað við íblástri frá Nysgjerrigper kappingini í Noregi.

Næmingarnir skulu taka støði í onkrum, sum teir undrast á.

Síðani verður arbeitt eftir einum føstum leisti, sum vit kalla arbeiðsháttin hjá Vitanarfróða og Vitanarfróðu.

Hetta skal at enda savnast í eini frágreiðing, sum skal sendast Granskingarráðnum.

Endamálið er at geva skúlum og næmingum møguleika at arbeiða sum granskarar:

At orða ein spurdóm, at finna fram til nakrar hypotesur og síðani at kanna málið við at savna inn tilfar og gera royndir.

At enda skulu úrslitini lýstast og onnur skulu kunnast.

Innbjóðing at luttaka er júst send til allar skúlar. Tey, sum hava hug at vera við, kunnu brúka næstu vikurnar at undrast og finna spurdómar at kanna.

Freistin at senda tilfar inn til kappingina er 21. september í 2017.

Meting av frágreiðingum

Tað eru ein fólkaskúlalærari, ein granskari, eitt umboð fyri Nám og eitt umboð fyri Granskingarráðið, sum fara at lesa allar frágreiðingarnar og at meta um, hvør vinnur.

Allir flokkar, sum luttaka, fáa prógv fyri, at teir hava verið við.

Flokkurin, sum vinnur kappingina, fær virðisløn á 5000 kr., heiðurin at nevna seg Ársins Vitanarfróðu og ein túr í náttúruna við tveimum granskarum at síggja okkurt forvitnisligt.

Vinnarin verður kunngjørdur á Vísindavøkuni 29. september í 2017 kl. 13

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024