- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
SKAM aftur á skíggjan
06-09-2017
Morten Stemre og Emma Annika Thomsen greiða frá um SKAM maratonið, sum verður um vikuskiftið
Leingist tær eisini eftir Noora, Vilde, Eva, Sana og Chris? Vikuskiftið 8.-10. september hevur tú møguleika fyri at endursíggja alt SKAM frá byrjan til enda.
Norrøna Ungmannafelag Føroyar, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið hava nevnliga sligið seg saman um sýna allar fýra sesongirnar av SKAM sum maraton.
Tann, sum kom við hugskotinum um hetta tiltak var Morten Stemre. Emma Annika Thomsen, skrivari hjá Røddini, er ein teirra, ið er við til at skipa fyri tiltakinum. Hon hugleiðir um, hví SKAM er so vælumtókt.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024