Góðan morgun Føroyar

Fólk vilja finna perfekta partnaran
12-09-2017
Ein orsøk til at færri fólk giftast er, at tey blíva við at leita eftir tí rætta, heldur prestur

Í fjør vóru 53,7 prosent av øllum nýføðingum í Føroyum føddir uttan fyri hjúnalag.

Síðani 2010 hevur gongdin verið, at meir enn helvtin av nýføðingunum hava foreldur, ið ikki eru gift.


Sambært Hera Joensen, presti, eru fleiri orsøkir til, at færri fólk velja at ganga saman í hjúnalag.


- Brúdleyp í dag eru blivin rættiliga stór og kostnaðarmikil, og tað ger, at fleiri fólk aftra seg við at giftast, sigur Heri Joensen.


Hann heldur, at myndin fer at broytast lítið næstu 15-20 árini.


- Gongdin hevur verið tann, at mann fyrst fært sær børn og finnur tann rætta ella ta røttu, og so verður tað umhugsað í øll hesi árini, um viðkomandi er tann rætti ella rætta. Ofta giftast pør ikki fyrr enn børnini eru sjey ár. Eg plagi tó at siga, at tað er ongantíð ein spurningur um at finna tann rætta ella røttu, tað

snýr seg um at royna at vera hin rætti í einum hjúnalagi, sigur Heri Joensen.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024