- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Magni kannar professionellar íshokkispælarar
14-09-2017
Fyri fyrstu ferð verður íshokkispæl kannað. Magni Mohr stendur á odda fyri stóru verkætlanini
Magni Mohr, lektari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetur Føroya, er verkætlanarleiðari í stórari granskingarverkætlan, sum hevur til endamáls at greina kropsligu arbeiðskrøvini í úrvalsíshokki.
Hetta er fyrstu ferð, at ein slík kanning verður gjørd, og væntandi er granskingarverkætlanin komin á mál um eini fýra ár.
Í morgunsendingini greiddi Magni Mohr millum annað frá, hví tað júst eru professionellir íshokkispælarar, sum eru við í kanningini.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024