Góðan morgun Føroyar

Journalistar í Føroyum uppliva ágang og hóttanir
18-09-2017
Meir enn ein triðingur av føroyskum fjølmiðlafólkum hava verið fyri ágangi

Meir enn ein triðingur av teimum, sum hava ella hava havt sína yrkisleið á einum fjølmiðli, hava kent seg vera fyri ágangi ella illa viðfarnan í sínum starvi í føroyska miðlaheiminum. Fimti hvør hevur kent seg beinleiðis hóttan.


Hetta vísir støðulýsingin, sum felagið Føroysk Miðlafólk hevur gjørt.


- Tað eru avgjørt ávís evni, sum gera, at mann sum journalistur kann rokna við at fáa óbehagilig sms-boð, uppringingar ella blíva úthongd á sosialu miðlunum, sigur Barbara Holm, blaðstjóri á Sosialinum.


Georg L. Petersen, blaðstjóri á Dimmalætting, hevur somuleiðis upplivað at veriðfyri ágangi og beinleiðis hóttanum:


- Eg fekk einaferð eina uppringing, har tað bleiv sagt, at sá eg ein bil við døkkum rútum, skuldi eg ikki kenna meg tryggan, tí hann kendi fólk, sum kundu gera av við meg, sigur Georg L. Petersen.


Í morgunsendingini greiddu blaðstjórarnir báðir frá, hvussu ágangur og hóttanir ávirkar tey og teirra sosiala lív.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024