Góðan morgun Føroyar

Stórur áhugi at gera lýsingafilmar í Føroyum
18-09-2017
Samsung, ið er ein stórur telefonframleiðari, hevur brúkt føroysku náttúruna í nýggjastu lýsingunum

Áhugin at brúka Føroyar í sambandi við upptøkur til lýsingar er stórur.


Tað sigur Annleyg Lamhauge frá Visit Faroe Islands.


Fyri einum góðum mánaði síðani var eitt stórt upptøkulið í Føroyum, tá tey skuldu gera upptøkur í sambandi við lýsingar fyri telefonina Galaxy Note 8.


Sambært Annleyg Lamhauge er tað av stórum týdningi, at fyritøkur sum Samsung velja at brúka Føroyar sum kulissu, tá risastórar lýsingar skulu gerast.


- Vit fara at fortelja, at Samsung hevur verið her, soleiðis at vit vita at tað koma synergieffektir burturúr. Tað kann hava stóran týdning fyri okkara vinnuferðavinnu, soleiðis at onnur virki síggja, at eitt so stórt virki sum Samsung heldur at Føroyar eru áhugaverdar, sigur Annleyg Lamahuge.

 

Sí annan av teimum báðum filmunum, sum Samsung hevur gjørt:

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024