Góðan morgun Føroyar

- Havi ikki verið so væl fyri í nógv ár
29-09-2017
Í sambandi við altjóða hjartadagin greiðir Herjón Olsen frá síni søgu

Tað var ein mikumorgunin í 2014, meðan Herjón Olsen spældi innandurafótbólt, at hann brádliga føldi eina øgiliga pínu í bringuni og hevði trupult við at anda.

Tað vísti seg at vera blóðtøppur í hjartanum.

- Helst hevði eg fingið henda blóðproppin óansæð, men eitt 10 ára skeið við nógvum keðiligum hendingum hevur uttan iva framskundað hendingina, sigur 51 ára gamli eiðismaðurin.

Í fjør fekk Herjón Olsen eina dubulta by pass-skurviðgerð. Fyrsta tíðin eftir viðgerðina var ógvuliga hørð, men síðani byrjaði hann spakuliga at venja.

Í dag havi eg tað betur, enn eg havi havt tað í nógv ár, sigur hann takksamur.

Hann hevur sett sær sum persónligt mál at ganga av Eiði til Havnar.

Vónandi kann tað gerast, áðrenn eitt ár er liðið, sigur Herjón Olsen at enda.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024