Góðan morgun Føroyar

Teknisku villurnar kostaðu
29-09-2017
- Vit blivu straffað fyri tær teknisku villurnar, sigur landsliðsvenjarin, Sophus Dahl Christiansen um dystin í gjár

Seint seinnapartin í gjár spældi føroyska A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti sín fyrsta EM-undankappingardyst. Tað var ímóti Serbia, og dysturin bleiv spældur í Petrovac, sum liggur í Beograd. Føroyar taptu 36-20 fyri Serbia.


Annar av høvuðsvenjarunum, Sophus Dahl Christiansen, er sum heild nøgdur við føroyska avrikið, hóast Føroyar taptu:


- Vit spældu ein harðan dyst móti einum góðum liði. Vit høvdu ávísar trupulleikar at byrja við, og mótstøðuliðið fekk fleiri mál, men aftan á eina løtu fingu vit stýr upp á nervarnar og komu ordiliga í gongd, sigur Sophus Dahl Christiansen.


Hann vísir á, at tað var ein ávísur munur á føroyska liðnum og Serbisku spælarunum.


- Tað eru serliga tær teknisku villurnar, vit gjørdu, sum mann verður straffaður fyri, og tað verður umsett til mál, sigur Sophus Dahl Christiansen, tá morgunsendingin prátaði við hann.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, bjargingarvestur
11-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024
Veðrið, økt ferðsla í Sandoynni, tónleikatiltak í Varpinum
07-03-2024
Chipmerkt djór, veðrið, sjóvinna, øðrvísi syskin, ársins útvarpshit top 10
06-03-2024
Millum tey mongu brøvini, sum komu undan kavi í London í farnu viku, eru nógv brøv skrivað av privatpersónum, og hesi eru meira forkunnug.
05-03-2024
Veðrið, komið øll við framsýning, kvinnan í kirkjuni, søgulig brøv, ljóðbøkur
05-03-2024
Bókasavnið í Skúlanum við Streymin skipar í hesum døgum fyri øðrvísi lesiátaki
04-03-2024
Hoyr alla sendingina
04-03-2024
Hoyr alla sendingina
01-03-2024
Veðrið, skotár, fólksins rødd, bindiskeið
29-02-2024
- Børn og foreldur skulu ikki vera bestu vinir, og foreldur mugu tora at taka ópopulerar avgerðir, sigur Sára Gullfoss, heilsufrøðingur
29-02-2024
Tað liggur til føroyingar at tosa nógv um familju, slekt og slag, og tí kennir man seg eitt sindur øðrvísi, tá man ikki hevur hetta at tosa um.
28-02-2024