- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Øll kenna øll í Føroyum
29-09-2017
- Tøttu sosialu sambondini eru ein avbjóðing fyri útlendingar í Føroyum, sigur Erika Hayfield.
Hvussu er at vera útlendingur í Føroyum - einum samfelag, har sosialu sambondini eru tøtt?
Hetta er nakað, sum Erika Hayfield frá Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum hevur kannað.
- Tey sosialu sambondini fylla rættiliga nógv í gerandisdegnum, og føroyingar tosa nógv um, hvør hoyrir til hvønn og hvussu, sigur Erika Hayfield.
Tøttu sambondini eru ein avbjóðing fyri útlendingar, sum koma hendavegin at búgva.
- Sum útlendingur verður tú ofta giftur inn í eina familju, men annars ert tú sum útlendingur ikki partur av nøkrum netverki. Júst hetta kann gera tað avbjóðandi hjá útlendingum at navigera í samfelagnum, sigur Erika Hayfield.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024