Góðan morgun Føroyar

Tí kunnu klovnar vera ræðandi
02-10-2017
- Tað er tað óvæntaða og serstøku andlitsbrøgdini, sum fáa summi fólk at ræðast klovnar, sigur sálarfrøðingur

Ræðist tú klovnar, er hetta ikki tann lættasta tíðin, tí seinastu vikurnar hevur filmurin IT gingið í biografunum bæði uttanlands og her heima.

Talan er um ein gysara, og er grundaður á romanina við sama navni eftir Stephen king. Filmurin snýr seg um nøkur børn, ið berjast móti tí ónda, og tað er har at klovnurin Pennywise kemur inn í myndina.


Av tí at filmurin gongur í biografunum júst nú, so eru myndir av óhugnaliga klovninum at síggja rættiliga nógva staðni á netinum og í sjónvarpinum. Og tað hóvar ikki teimum, ið hava klovnafobi.


Í morgunsendingini greiddi Erling Fles, sálarfrøðingur, frá klovnafobi.


- Ert tú blivin kløkkur av einum klovni, kann tann upplivingin hava sett seg so mikið fast, at tú fært ein ótta fyri klovnum. Altso eina fobi, sigur Erling Fles.


Sambært honum er tað ikki so løgið, at summi fólk - bæði børn og vaksin - ræðast klovnar.


- Tað er eitt sindur tað sama við jólamonnum, tí tá tað er okkurt slag av eini masku, er ikki eins lætt at avlesa andlitsbrøgdini, og persónurin hevur kanska eisini ein annan verumáta enn flest onnur fólk, sigur Erling Fles.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024