Góðan morgun Føroyar

Tú kanst avgera hvør fær kærleikskúluna 2017
02-10-2017
Stýrið fyri Dugna hevur broytt mannagongdina fyri innstillingina hvør skal hava fyrstu kærleikskúluna, sigur Ása Olsen, forkvinna í stýrinum

Fyrr hevur tað verið soleiðis, at stýrið sjálvt hevur avgjørt hvør skal hava fyrstu kærleikskúluna, men í ár hevur stýrið tikið avgerð um at broyta hesa mannagongd, so almenningurin eisini fær møguleika at koma við innstillingum.

Kravið er at viðkomandi, sum verður innstillaður, skal hava gjørt nakað serligt fyri fólk. sum bera brek, nakað útyvir teirra vanliga yrki.

Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna, sigur, at peningurin, sum kemur inn fyri kærleikskúluna, hjálpir væl til at betra um arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum á Dugna.

Her ber til at senda títt hugskot, hvør skal hava fyrstu kærleikskúluna 2017 - www.dugni.fo

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024