Góðan morgun Føroyar

Einki alkohol áðrenn børnini eru 18
03-10-2017
Hevur tú eina avtalu við børnini um teirra alkoholvanar, hevur tú eisini givið grønt ljós fyri, at tey yvirhøvur sleppa at drekka

Eiga foreldur at gera avtalu við børnini um alkoholnýtslu?


Ein kanning, sum júst er almannakunngjørd í Danmark, vísir, at bara ein triðingur av foreldrum at ungum í aldrinum 16 til 20 ár hevur eina greiða avtalu við børnini um alkohol og veitslur.


- Sum útgangsstøði eru vit í SSP av tí fatan, at vit skulu halda okkum til reglurnar, sum siga, at mann drekkur ikki, fyrr enn mann er 18 ár, sigur Óli Rubeksen frá SSP. Í SSP ferðast tey runt á teir ymisku skúlarnar í landinum og fortelja millum annað um ung og alkohol.


- Vit halda ikki, at mann sum foreldur skal hava nakra avtalu við barnið um alkohol, tí er ein avtala, er tað tað sama sum at siga, at mann góðtekur at barnið drekkur, sigur Óli Rubeksen.


Í morgunsendingini tosaðu Óli Rubeksen og Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur, um tannáringar og alkoholnýtslu.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024