Góðan morgun Føroyar

Eg fari at renna leingi afturat
03-10-2017
- Mann blívur púra bitin av tí, sigur 46 ára gamla Beinta Hoydal Joensen, sum sunnudagin rann sítt 8. maraton

3 tímar, 10 minuttir og 42 sekund.


Soleiðis ljóðaði tíðin hjá 46 ára gomlu Beintu Hoydal Joensen, tá hon sunnudagin rann sítt 8. maraton í Odense.


Tíðin var so mikið góð, at hon setti persónligt met.


- Í flogfarinum niður til Danmarkar lovaði eg, at hetta fór at verða mítt seinasta maraton, men longu nú veit eg, at eg fari at renna eitt maraton í vár, sigur Beinta Hoydal Joensen.


Renningin fyllir nógv, og hon venur seks dagar hvørja viku. harafturat er hon eisini sera tilvitað um matin, hon etur.


- Eitt nú eri eg givin við at drekka vanliga mjólk og eta mjólkaúrdráttir. Eg havi í fleiri ár havt eitt slag av astmu, tá eg renni, men síðani eg gavst við mjólkini, merki eg einki til tann trupulleikan, sigur Beinta Hoydal Joensen.


Í morgunsendingini fortaldi hon um millum annað upplivingarnar, hon hevur havt í sambandi við maratonkappingarnar, hon hevur luttikið í, og hvussu gerandisdagurin er, tá mann venur til maraton.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024