- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Frá Tinder til brúdleyp
05-10-2017
28 ára gamla Laila Mikkelsen úr Klaksvík greiðir frá síni ferð fram ímóti brúdleypinum, sum verður næsta ár
Eitt swipe til høgru á Tinder, ein date sum bleiv til nakrar aftrat, ein ferð til París, har kærleikin blómaði og nú eitt brúdleyp.
Hetta er í heilt stuttum søgan hjá Lailu Mikkelsen og unnustanum.
Alt byrjaði eitt kvøld í fjør, tá Laila sat við einum reyðvínsglasi og tók eitt sindur synd í sær sjálvari.
Hon var tá 27 ár, einlig mamma, hevði júst lokið útbúgving men enn ikki funnið arbeiði.
Tá var tað, at ein vinmaður skjeyt upp at royna Tinder.
Laila var ógvuliga skeptisk at byrja við, men makan fann hon, og næsta ár verður brúdleyp.
Tú kanst lesa bloggin hjá Lailu á brúdleyp.fo her
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024