- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Tað er um hesa tíðina, at vit fáa tær fyrstu stóru stormávaringarnar, og heitt verður á okkum øll um at tryggja húsini og øki rundaum.
Men akkurát hvat vil tað siga, at tryggja húsini fyri vindi?
- Eitt er at syrgja fyri, at einki liggur og sløðist rundan um húsini. Tað er at hugsa um at binda trampolinirnar fastar, leggja flaggstengur niður og annars hyggja eftir, at einki stendur, sum kann fara í vindinum, sigur Hans David Hansen. Hann er átaksleiðari og varastjóri í Tórshavnar Sløkkiliði.
- Eitt annað, sum kann elva til stóru skaðarnar, er manglandi viðlíkahald av húsum. Tøk, sum áttu at verið skift, vindeygu, ið eru rotin, og so framvegis, sigur Hans David Hansen.
Í morgunsendingini gav hann góð ráð í sambandi við stormskaðar.