Góðan morgun Føroyar

Fríggjaði tá hummararnir vórðu sleptir
11-10-2017
Hetta er besta gávan, eg nakrantíð havi fingið, sigur Sigrið Lake um sangin, sum unnustin gav henni í brúdleypsgávu

Tað var 26. desember í fjør, at Sigrið Guðjónsson og unnustin sóu nakrar livandi hummarar í einum matvøruhandli í Havn.

Tey keyptu hummararnar og slepti teimum á sjógv við Kongabrúnna.

Sigrið Lake sigur, at tað var nógv kjakast um hendingina. Fólk vóru ymisk á máli og viðhvørt ágangurin harður.

Tá hon hyggur aftur, so angrar hon ikki, at tey fóru alment út við hummarasøguni, tí stutt eftir staðfesti Heilsufrøðiliga starvstovan, at tað ikki er loyvt at selja livandi hummarar.

Tá hummararnir vórðu sleptir, fór unnustin, Marcus Lake á knæ og fríggjaði.

Nú eru tey gift.

Sigrið Lake fekk eina heilt serstaka brúdleypsgávu.

Marcus Lake, sum er rappari og tónasmiður, hevur gjørt sangin Babyson. Tú kanst síggja videolagið og hoyra sangin á hesum leinki

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024