- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Martin Kúrberg fekk sálarheilsuvirðislønina 2017
11-10-2017
- Eg græt og var sera rørdur, sigur Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum og á Frælsinum, sum fekk sálarheilsuvirðislønina 2017
Í gjárskvøldið handaði felagið Sinnisbati Martini Kúrberg sálarheilsuvirðislønina 2017. Hetta er fyrsta sálarheilsuvirðislønin, sum verður handað í Føroyum, og Martin Kúrberg er sostatt tann fyrsti, sum fær hesa virðisløn. Martin Kúrberg arbeiðir dagliga á Frælsinum á Eiði, sum er eitt viðgerðarstovnur fyri ung, ið eru komin illa fyri. Harafturat er hann leiðari á Herberginum í Havn.
Martin Kúrberg hevru sjálvir verið misnýtari, men er komin burtur úr tí fyri nógvum árum síðani. Í dag hjálpir hann øðrum, ið eru komin illa fyri.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024