Góðan morgun Føroyar

Bragdið fyllir 70 ár
17-10-2017
Tað var ein filmur um ein kendan ítróttarmann, sum fekk havnarmenn at stovna Bragdið í 1942

Í dag eru 70 ár liðin, síðani ítróttarfelagið Bragdið bleiv stovnað.


Átta ungir fimleikarir úti í Bø í Tórshavn stovnaðu felagið. Allir vóru føddir frá 1930-1933, og teir vóru Heri Jensen, Magnus Dam Jacobsen, Simme Jacobsen, Palli Gregoriussen, Marner av Kák, Erling Simonsen (lítli), Hans Jacob Egholm og Egon.


Teir høvdu sæð ein film um Jessie Owens, ein lítlan afrikanskan/amerikanskan ítróttarmann, sum vann fýra gullheiðursmerki í OL í Berlin í 1936. Filmurin kom til Føroya eftir kríggið og gav unglingunum íblástur at íðka frælsan ítrótt og at stovna felagið.


Um sama mundið kom Martin Holm heim til Føroya. Hann hevði lært til fimleikalærara og helt dreingjunum til. Martin Holm helt, at tað var eitt bragd, at nakrir unglingar høvdu fingið hetta í lag, og harav kom navnið Bragdið.


Í morgunsendignini hugleiddu Ann Thomsen, forkvinna í felagnum, og Niels Jákup Jacobsen, fyrrverandi formaður, um ítróttarfelagið, og hvussu tað hevur ment seg hesi 70 árini.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024